STØÐAN Í USA ER VERRI ENN VIT HALDA

Sannleikin um amerikanska búskapin er ein annar, enn almennu tølini vísa, heldur Nouriel Roubini, professari á Stern School of Business í New York.
USA hevur nýliga boðað frá einum vøkstri í bruttotjóðaúrtøkuni uppá 3,5 % og rør sostatt fram undir, at tann mest álvarsliga  úskaparkreppan síðan 1930- árini er farin framvið. Men sannleikin er ein annar, heldur Nouriel Roubini, professari. Smærri og meðalstóru fyritøkurnar í USA hava trupulleikar at fáa lønandi rakstur. Húsarhaldini eru rakt av arbeiðsloysi, sum í veruleikanum nærkast 17%, samstundis sum tað almenna fremur skerjingar.
Um hædd verður tikin fyri hesum viðurskiftum, liggur bruttotjóðarúrtøkan nærri 2% enn 3,5%.

Professarin heldur, at tú kanst tosa um tveir ymiskar búskapir í USA. Ein minni búskap, sum hevur eina lítla, men trygga  mgongd. Og so ein størri búskap, sum inniheldur allar tær smærri og meðalstóru fyritøkurnar, ið fyri stóran part eru í eini djúpari og áhaldandi kreppu.
MØGULEIKI FYRI HÚSAGANGI
Professarin heldur, at almennu tølini frá amerikanskum myndugleikum bert innihalda tøl fyri tær stóru handilsketurnar, meðan túsundtals smærri handlar og fyritøkur verða hildin uttanfyri.

– Vandi kann verða fyri, at fátækir partar í USA kunnu fara á húsagang, um myndugleikarnir ikki seta serligar búskaparligar menningarætlanir í verk fyri hesi økini, sigur Nouriel Roubini, professari á Stern School of Business í New York.