Á tingfundinum í morgin kemur eitt uppskot til 1. viðgerð um at yvirtaka útlendingaøki og marknaeftirlit.
Útlendingaøkið er eitt viðkvæmt málsøki í flestu londum, og tí verður roynt at flyta avgerðirnar so langt burtur frá politiska myndugleikanum sum til ber. Men í Føroyum gera vit tað øvugta. Her yvirtaka vit málsøkið.
Karmar broyta einki
Eitt sum vit ofta hoyra í politiskum orðaskiftum er, at um vit bara broyta karmarnar, so verður alt nógv betri.
Leggja vit nøkur aðalstýri saman, so spara vit pengar.
Leggja vit kommunur saman, so fara tær at virka betur.
Yvirtaka vit málsøki, so verða trupulleikarnir loystir.
Einki av hesum er rætt í sær sjálvum. Hetta eru bara karmar, sum kunnu skapa møguleikar, men vit fáa eingi úrslit, fyrr enn vit tora at brúka møguleikarnar.
Um tvey aðalstýri verða løgd saman, og øll umsitingin heldur fram sum áður, so er tað bara skiltið á hurðini sum verður broytt, og tað sparir ikki eina krónu. Um tvær kommunur verða lagdar saman, og allar dupultfunktiónirnar halda fram, so verður einki spart.
At yvirtaka eitt málsøki, loysir ongar trupulleikar, um alt heldur fram sum fyrr.
Greiða útmeldingin manglar
Uppskotið um yvirtøku av útlendingaøkinum vísir bara eina ætlan um at yvirtaka og at síggja úrslit, men eg sakni eina greiða útmelding um, hvat skal gerast øðrvísi.
Sjálvandi kunnu danskir myndugleikar hava gjørt feilir, men vit mugu ikki billa okkum inn, at føroyskir myndugleikar ikki eisini kunnu gera feilir. Tað skal meira til enn so.
Krevur meira av fyrisitingini
Í 2005, tá nógv varð kjakast um útlendingaøkið, var ofta funnist at viðgerðartíðini av arbeiðs- og uppihaldsloyvum. Tá segði Búskapar- og Løgfrøðingafelagið í einum skrivi, at ein orsøk til trupulleikarnar var, at miðfyrisitingin varð skerd munandi, og hetta hevði avmarkað arbeiðsorkuna í Innlendismálaráðnum.
Um tað er so, at trupulleikin er ein ov veik føroysk umsiting, so kann loysnin avgjørt ikki vera, at málið verður yvirtikið, tí tað fer bara at krevja uppaftur meira av umsitingini.
Eingin loysn
Um trupulleikar eru á økinum, so skulu teir sjálvandi loysast. Men at yvirtaka málsøkið, uttan at hava nakra ítøkiliga ætlan fyri, hvat skal henda aftaná yvirtøkuna, tað loysir einki.
Helgi Abrahamsen