– Kári á Rógvi er noyddur at viðurkenna, at tað at læra børn er eitt fak, sum krevur eina útbúgving og eina vitan, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags.
At læraralærd hava einkarrætt at fáa fast starv í fólkaskúlanum forðar fyri, at fólk við
viðkomandi fakligum førleikum fáa lært frá sær. Onnur enn læraralærd kunnu fáa
fyribilsstarv í fólkaskúlanum, tá eingin lærari er tøkur, men vællærd halda seg burtur vegna
vánaligu setanartreytirnar. Tað heldur Kári á Rógvi, løgtingsmaður, sum hevur lagt uppskot fyri tingið, um at endurskoða fólkaskúlalógina, soleiðis at fólk við hægri útbúgving í viðkomandi faki kunnu fáa starv í fólkaskúlanum á jøvnum føti við læraralærd, bæði sum lærarar og skúlastjórar.
Føroya Lærarafelag tekur ikki undir við uppskotinum hjá Kára á Rógvi; felagið metir, at tað er ein niðran móti lærarastættini.
– Sjálvandi skulu aðrir yrkisbólkar kunna undirvísa í fólkaskúlanum, men tað skal vera sum ískoytisundirvísing og í serligum førum og til serligar uppgávur, sum ikki hava við frálæru at gera; fólkaskúlalærarin hevur útbúgving at undirvísa, og tað er hann, sum fyrst og fremst skal eiga uppgávuna at undirvísa næmingum í fólkaskúlanum, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags.
Formaður Føroya Lærarafelags heldur, at til ber at samráðast um, hvussu fólk við øðrum útbúgvingum enn læraraútbúgving eiga at verða lønt í fólkaskúlanum, soleiðis at arbeiðsviðurskiftini hjá teimum verða meiri skipað enn tey eru í dag.
– Trupulleikin við øðrum starvsbólkum í fólkaskúlanum kemur serliga til sjóndar, tá ið stuðlar koma í skúlan; hesi er sett undir Sernámi og í onkrum førum undir kommununi. Tey støðast illa í fólkaskúlanum, tí tey verða sett fyri eitt ár í senn og tí setanarviðurskiftini í aðrar mátar eru ónøktandi. Setanartrupulleikarnir í hesum førum og øðrum eiga at kunna verða loystir í samráðingum millum fakfeløg og arbeiðsgevara. Lærarafelagið fer ikki at taka undir við, at onnur enn lærarar undirvísa í fólkaskúlanum og eru skúlastjórar; Kári á Rógvi er noyddur at viðurkenna, at tað at læra børn er eitt fak, sum krevur eina útbúgving og eina vitan.
Uppskotið hjá Kára á Rógvi er soljóðandi:
Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri tingið uppskot til broytingar í fólkaskúlalógini,
sum m.a. skulu bera í sær fylgjandi:
– at fólkaskúlaøkið (fyrisiting og fígging) verður flutt kommunum at umsita
– at ábyrgdin fyri skúlagongd barnsins verður staðfest at liggja hjá foreldrunum
– at skúlastýrini fáa øktan myndugleika til at stjórna einstaka skúlanum
– at fólk við hægri útbúgving í viðkomandi faki kunnu fáa starv í fólkaskúlanum á
jøvnum føti við læraralærd, bæði sum lærarar og skúlastjórar
– at lærarar støðugt fáa møguleika og skyldu at uppstiga seg fakliga