Misvísandi gloriu ljós

Í nakrar dagar hevur skriv staðið á heimasíðuni hjá Fuglafjarðar kommunu, hetta skriv er sera positivt og lýsir skúlaviðurskiftini í Fuglafirði. Tað er bara gott,  táið man kann frøðast yvir og lýsa samfelagið á ein jaligan hátt, men ein positiv greining kann eisini misnýtast og geva lesaranum eina skeiva mynd av verðuleikanum.

Tann skriving sum er um skúlarnar á Kambsdali er ein sólsskinssøga, men her eigur Fuglafjarðar kommuna so gott sum ongan leiklut, hesir skúlarnir verða tíbetur stýrdir aðrastaðni frá,  so tann glorian varpar falskt ljós á skúlapolitikkin hjá Fuglafjarðar kommunu.

At sjálvur Fuglafjarðar skúli verður lýstur við 1½ reglu er ógvuliga sigandi um førda skúlapolitikkin í kommununi.

 

Fuglafjarðar skúli kann í hugaheiminum býtast í 4 økir:

1:   Nýggi bygningurin við serhølunum:

Hesin bygningur er OK og livur upp til nútíðar krøv. Til henda bygning er at siga,  at tað er ein persónur sum við áhaldandi treiskni fekk hann at blíva til verðuleika.

2:    Bygningurin har framhaldsdeildin hevur flokkstovur sínar:

Hesin er bygdur í 60 unum. Ffleiri av javngomlu skúlunum kring landið eru longu niðurtiknir, og nýtt er bygt í staðin, men her vil eg tó siga, at hesin bygningur kann saktans nýtast, hóast hann ikki livur upp til nútíðar ynskir.

3:    Barnaskúlin:

Hesin bygningur  er ein rein landaskomm, allur sum hann er.  Tær nógvu tápiligu pjøssingarnar, vísa tíðuliga hvussu stutt polittisku hugsjónirnar røkka, lappaloysnirnar hava eisini kosta skattaborgarunum nógvar milliónir, og vit hava framhaldandi eitt lasafar at bjóða barnaskúlanum.  At foreldur í Fuglafirði góðtaka, at børn teirra  skulu fáa so vánaligar umstøður, er mær ein gáta.

Ein sigandi lýsing, av barnaskúlanum, er henda:

Fyri tveimum árum síðani varð ein kapasitetur  og hevði skeið við lærarunum í Fuglafirði. Eftir at leiðslan í eini fríløtu hevði víst honum runt á skúlanum, fekk hann spurningin frá einum av lærarunum: ” Hvat dámdi tær barnaskúlan?”  Eftir drúgva umhugsan segði hann, nakað soleiðis: “Um eg búði í Fuglafirði,  so skuldu míni børn ikki gingið í hesum skúlanum (barnaskúlanum)”.

4:    Tey hølir sum sløðast úti í býnum:

Skúlakøkurin í Ítróttarhúsinum fær sama skotsmál sum barnaskúlin, og í ár byrjaðu vit – Gud hjálpi mær – aftur uppá førda skúlapolitikkin í 80unum. Børn við serligum tørvi skulu út úr umhvørvinum, í leigaði fyribyls hølir.

Tað kann væl verða, at eg eri eitt gamalt grenj, men sjálvur haldi eg meg vita hvat eg tosi um. Eg havi verið lærari í 40 ár,  og kenni hvønn krók , og havi eisini royndir í hesum ótolandi arbeiðsumhvørvi.

Henda atfinning hevur til endamál, at varpa rætt ljós á greinina hjá Fuglafjarðar kommunu.

Við heilsan

Jóhan Heri Joensen