Fuglafjarðar kommuna lýsir eftir havnaumsjónarmanni.
Lýsingin sum liggur á heimasíðuni hjá kommununi er soljóðandi:
Starv sum havnaumsjónarmaður við Fuglafjarðar havn verður hervið lýst leys til setan tann 01. Oktobur 2011 ella so skjótt sum til ber eftir hetta.
Førleikakrøv: Útbúgving sum skipsførari og førleika í enskum máli bæði í skrift og talu, somuleiðis sum tú skal duga at orða teg væl bæði munnliga og skrivliga í føroyskum og haraftrat hava teldukunnleika á brúkarastøði.
Væntað verður eisini, at tú á jøvnum føti við starvsliðið á havnavaktini kann røkja loðstænastu av skipum, ið koma til og frá Fuglafjarðar havn.
Vit bjóða tær:
eitt spennandi starv, har tú eisini saman við leiðsluni fær møguleikar fyri at menna havnina.
Setanarviðurskifti:
starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Skipara- & Navigatørfelag fyri havnaumsjónarmenn, somuleiðis sum skrivligur sáttmáli verður gjørdur partanna millum um arbeiðstreytir vm.
Starvstreytir: Umsøkjararar við royndum innan sjóvinnu hava fyrimun.
Fyrsta árið verður at rokna sum royndarár.
Hevur tú áhuga
so ert tú vælkomin at senda skrivliga umsókn saman við prógvum og møguligum CV og viðmælum til Fuglafjarðar kommunu, Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður, og skal henda verða kommununi í hendi í seinasta lagi mikudagin 15. Septembur 2011 kl. 16.00.
Fleiri upplýsningar
um starvið fáast við at venda sær til Rólant Højsted, havnameistara á telefon 238050, Sigurð S. Simonsen, borgarstjóra á telefon 238077 ella til Jákup Frants Larsen, býráðsskrivara á telefon 238002.
Kommunan skilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir ella eisini onga at taka.
Fuglafjørður, tann 23. August 2011
Fuglafjarðar kommuna