Tað sæst sera væl í samband við, at Eik fór á húsagang, hvussu týdningarmikil Ríkisfelagsskapurin er fyri Føroyar, við tað at vit fingu møguleika at vera við í bankapakkum. Hetta gjørdi, at Fíggjarligt støðufesti tók yvir og bjargaði Landskassanum frá milliarda tapi, og kundar varðveittu alt sítt innistandandi í Eik.Fíggjarligur tryggleiki
Í einum landi sum Føroyar, har høvuðsvinnan stavar frá sjónum, er tað sera týdningarmikið búskaparligt at hava eina ríkisveiting sum ein part av inntøkunum hjá Landskassanum, fyri harvið at tryggja framhaldandi vælferðartænastur til fólkið, sum her býr. Grundgevingin er tann, at høvuðsvinna okkara altíð kemur at hava búskaparlig sveigg.Ábyrgdarleysur loysingarpolitikkur
Tíverri er ríkisveitingin minka sera nógv, serliga í 2001, tá veitingin minkaði við 366 mill. árliga, við tað at málsøkini skúlaverk og forsorg blivu yvirtikin, hetta bleiv gjørt í óðum verkum, og má sigast at vera sera ábyrgdarleyst, tí tann búskaparliga metingin ikki er tikin við.Skerd vælferð
Hetta búskaparliga ábyrgdarloysi ger, at tað eru skerjingar á øllum økjum. Hetta gongur sera nógv út yvir øll, sum á ein og annan hátt hava brúk fyri almennum tænastum.
Dýrur stoltleiki
Tað hevur kosta dýrt, at politikarar av berum stoltleika hava yvirtikið hesi stóru málsøki, sum higartil hava kosta Landskassanum 3 milliardir og 538 mill. Umframt fastfrystingina.
Vilt tú varðveita Ríkisfelagsskapin, sum er við til at gera, at Føroyar framhaldandi vera eitt vælferðarsamfelag, hvar tryggleikin verður settur í hásæti, so er Sambandsflokkurin besta boði til at kunna hjálpa tær við hesum
Edva Jacobsen, løgtingslimur fyri Sambandsflokkin