Mentanarhúsið í Fuglafirði bjóðar til dans tann 24. September, tá ið Swangah Dangah trína á pallin.
Rapbólkurin úr høvuðsstaðnum gjørdist brádliga ein áhugaverdur og vælumtóktur bólkur á føroyska tónleikapallinum, eftir at bólkurin framførdi í Basalt og síðani á G! festivalinum í ár.
Síðani hava fleiri løg hjá Swangah Dangah verið at hoyrt í miðlunum, og nú arbeiðir bólkurin fram ímóti einari fløgu, sum væntandi kemur út á marknaðinum í ár.
24. september verður so møguleiki at uppliva Swangah Dangah live í Mentanarhúsinum.
Haraftrat verður Dj-Show við Dj Pandaboy.