At ikki allur Sjálvstýrisflokkurin gongur í takt hevur verið sjón fyri søgn seinastu tíðina, og nú vilja eysturoyingar hava eina kvinnu aftrat á fólkatingslistan.
Eysturoyar Sjálvstýrisfelag boðar alment frá, at teir vilja hava Kristinu T. Larsen á listan og hevur sent soljóðandi áheitan út:
»Ein samd nevnd í Eysturoyar Sjálvstýrisfelag heitir í dag á landsnevndina um at stilla Kristinu T. Larsen upp til fólkatingsvalið.
Felagið metir tað vera umráðandi, at javnstøða er á listanum og at Eysturoyggin verður umboðað«.