Soleiðis!

Tey flestu hava óivað lagt til merkis at vit hava skift yvir til ein nýggjan og heilt annarleiðis portal. Hetta komst í fyrstu syftu av, at tann gamli var vorðin ótíðarhóskandi og koyrdi sera seint.

Fyri at fáa gomlu skipanina at koyra skjótari, so skuldi so nógv gerast, og tað kom at vera so tíðarkrevjandi at vit valdu at skifta til eina nýggja skipan. Nýggja skipanin hevur nú koyrt í nakrar dagar, og tað hava verið ávísir trupulleikar við henni eisini. Soleiðis vil tað nú altíð vera, men hesar halda vit nú at vit hava fingið loyst.

Nú er bert eftir at leggja alt ta gamla tilfarið innaftur á síðuna v.m. Hetta kemur sjálvandi eisini at taka eitt sindur av tíð.

Tann gløggi lesarin hevur kanska eisini lagt til merkis, at í botninum er komin ein nýggjur bjálki sum vitjandi kunna nýta til ymisk endamál. Eitt nú kjatt, videokjatt og nógv nógv meira. Hetta fara vit at skriva meira um seinni.

(Fyri at nýta bjálkan krevst at tú ert tilmeldaður og innritaður limur).

Vælkomin á nýggja portalin.