Øll árini síðani 1988 hava menn, í pensiónsaldri í Fuglafirði, møttst leygarmorgnar til hugnasvimjing.
Hetta komst av at nakrir eldri áhugaðir svimjarar hildu, at fleiri av eldru mannfólkini ikki nóg gott hættaðu sær útí hylin táið almenn svimjing var. Lívsfríski ungdómurin skuldi sjálvandi hava loyvi til at royna síni kynstur, teir eldru – meira varnu – skuldu ikki forða teimum í at gera tað.
Søkt varð tí um serloyvið til at nýta hylin tíðliga leygarmorgun. Hetta varð játta teimum, og tað vísti seg skjótt, at fleiri og fleiri, møttu upp, og nýttu henda møguleika, at mýkja sær vøddarnar.
Okkurt tíðarskeið hava kvinnur í pensiónsaldri eisini nýtt møguleikan, men tann svimjingin hevur ikki verið líka støðug, og so vítt eg veit, so eru tær ikki komnar í gongd í ár, men tað kemur kanska.
Av og á verður steðgað á og hugnaliga práti tekur yvir.
Eftir svimjingina verður borðreitt við rundstykkjum á lærarastovuni, har hildi verður áframm við hugnaliga prátinum.