At eg sjálvur nú fái eitt stórt parkeringsøki sum nærmasta granna, kann eg sum so ikki annað enn – takka kommununi fyri. Tað eru so avgjørt ikki allir borgarar sum fáa slíkar sømdir. 28 parkeringspláss kostnaður 400.000, – kr
Men satt at siga, so standa baði eg og øll onnur í grannalagnum spyrjandi, vit hava øll í forvegin nokk av parkeringsplássum, og tað stendur ongantíð á hjá okkara gestum at fáa sett bilin frá sær.
Tað eg veit um, so fekk eingin loyvi at byggja sethús á hesum framúr góða sethúsagrundstykki, tí tað varð lagt út sum fríøki.
– Hokus Pokus – tann avgerðin sær nú út til at verða broytt, —– ella: er hon? (Eg havi so ikki hoyrt nakað um hesa broyting í kommunalu viðtøkunum).
Eg yvist onga løtu í, at hetta verður vakurt táið tað einaferð verður liðugt, og grótlagarin hevur gjørt sítt arbeiði. Men stóri spurningurin er:
Hví verður henda íløga gjørd?????
Nýliga kom eisini nýggj gongubreyt eystanfyri fótbóltsvøllin. Eitt snotuligt arbeiði, væl úr hondum greitt, men eg má tíverri, aftur einaferð, vísa á baksíðuna av medaljuni.
Er Fuglafjørður verðuliga komin so langt áleiðis – barnaskúlin stendur sum ein skomm og barnagarðurin á Kambsdali stendur í hálvum gekki – , at hesi arbeiði eru tey mest átrokandi at fáa loyst undrast mong yvir.
Táið – luksusmál – sum hesi bæði, liggja so ovarlaga í prioriteringini so hevði verið áhugavert at sæð hvussu listin framyvir sær út.
Møguliga soleiðis: Gøtuljós – parkeringspláss og kaikantar – (man tað ikki verða á leið – vit fáa at síggja).