Í døgunum 22-26. septembur ferðast Siloakórið úr Fuglafirði í Danmark, har tað fer at syngja á ymiskum samkomum í Keypmannahavn og Odense.
Siloakórið, sum sá dagsins ljós í 1988, hevur áður verið á uttanlandaferð, men hetta verður fyrsta vitjan í Danmark. Kórið telur 32 fólk, og sangstjóri er Eyðun á Lakjuni. Kórið fer at syngja á føroyskum, donskum og enskum.
Fríggjakvøldið 23. septembur kl. 20 syngur kórið á konsert á Norðuratlants Bryggju, Strandgade 91
Leygardagin 24. septembur kl. 16 í Kristus Kirken, Klosterbakken 11, í Odense
Sunnudagin 25. septembur kl. 10.30 luttekur kórið á møtinum hjá Skovlunde Frikirke, Metalbuen 42, Ballerup.
Harumframt verður eisini ein sangløta í Kristnastovu um kvøldið kl. 19.30.
Kelda: Netavísin
Fuglafjordur.com ynskir kórinum eina góða ferð.