Fyrr og nú:
Fyrstu myndirnar eru frá vendiplásinum á Enninum og heim móti býnum. Tann fyrra óivað í 1961 og seinna í 2011.
Her er sostatt talan um eitt tíðarskeið uppá 50 ár, við øðrum orðum ein hálv øld,
Hjá teimum sum minnast landslagið í gomlu myndini, koma óivað gomul minnir framm, tað er ikki meira enn rímuligt. Tey yngru skoða við heilt øðrum eygum, menn hetta eru óivað tvær myndir sum lýsa broytta vinnulívið í Fuglafirði sera væl.
Her á síðuni er ætlanin, at vit koma við – Fyrr og nú – myndum av og á, roynt verður – so vítt møguligt – at taka nýggju myndina frá sama staðið sum fyrra myndin er tikin, allar samanberandi myndirnar koma í bólkin Fyrr og nú, so lætt verður at finna myndirnar aftur.
Øll eru vælkomin, at gera viðmerkingar til myndirnar. Ein lítil viðmerking kann saktans verða gull verd. Tann sum eigur orginalin av gomlu myndunum, er sjálvandi vælkomin at seta tað í viðmerkingarnar. —–Trýst á myndirnar – og tú fært tær størri.