Held í óheld

Ja, viðhvørt kunnu vit nýta hetta orðafellið:

Soleiðis var eisini seinasta vikuskifti, táið Fuglafjarðar sløkkjulið hevði eina av sínum vanligu venjingum.  Ætlanin var sjálvandi, at brandfólkið skuldi sløkkja ein eld sum teir høvdu tamarhald á.  Eldurin sum  ásettur varð, til hesa venjing, var við ein konteynara, men tíverri varð ikki fyrst kannað, hvat  var í konteynaranum.

At oljutunnur stóðu inni í hesum konteynara var tíverri óheppið. Fylgjurnar av tí síggjast á hesum myndum.

At brandvenjingin skuldi verða “LIVE” varð nokk ikki ætlanin, men tíbetur hendi eingin álvarsligur skaði, men brandfólkið fekk eina góða venjing í hesi ikki tilætlaðu tilgongd.

At spreingingin hevur verið ógvuslig siga myndirnar alt um.

Henda venjing kundi lættliga havt kostað mannalív, men tíbetur vóru likamligu skaðarnir minimalir, men venjingin sjálv hevur væntandi lært brandfólkið nógv.

“AF SINE FEJL LÆRER MAN”