Eftir aðalfund og eykaaðalfund, har lítil áhugi var at síggja, tykist nú vandi vera fyri, at svimjifelagið fyribils gevst við øllum virksemi.
Fuglafjarðar svimjifelag hevði ársaðalfund 12 sept. og eykaaðalfund 27 sept. Á skránni bæði kvøldini var støða felagsins umrødd, á fundinum var nevnd, venjarar og bert 2 foreldur.Hettar sær eykaaðalfundurin sum tekin um, at lítil áhugi er millum fólk, at virksemi hjá felaganum skal halda fram.Nú verandi bert telur 2 limir, verður fari undir eina tilgongd at leggja felagið fyribils stilt.
Tískilt verður eingin slipa svimjing fyri børnin í felagnum eftir heystfrítíðina, um fólk ikki taka seg saman og bjóða seg fram til at fara í nevnd.Felagið er væl fyri fíggjarliga.Í løtuna eru tað 50 ung og børn íðkandi í felagnum, men hettar støðgar sum nevnt fríggjarkvøldið 7 okt.
Hesi eru tíðindini sum hava verið at hoyrt í seinastu dagarnar.
Men – tað kann ikki verða rætt, at tað ikki finnast foreldur sum vilja taka við táið onnur sleppa. Vit velja at liva í tí vón, at vit her á síðuni, í nærmastu framtíð, kunnu bera tey gleðiligu tíðindi, at foreldur eru sum fús eru at taka við.