Havnabygging 2011/2012

Tað er mangt sum bendur á at uppisjóarvirkið í Fuglafirði umsíður verður verðuleiki.

Endaliga havi eg ikki enn fingið tað greitt staðfest, men avgerðin um at seta havnabyggingina í gongd, og at lesa millum reglurnar, kann ikki annað enn geva mær hesa ábending — (Alt annað vildi verið vitloysi).

 

Tríggjar fyritøkur bjóðaðu seg fram til at  gera ætlaða kaikant millum frystikeið og oljukeið.

Lisitatión uppá at gera arbeiðið var  21.september 2011 og komu hesi tilboð inn.

  • P/F Articon                    4.775.289,- kr.
  • P/F Heildasrverk          4.309.801,- kr.
  • P/F J & K Petersen        3.981.363,- kr.

Viðtikið varð á býráðsfundi 12 oktober, at tikið verður av lægsta tilboðið uppá  3.981.363,- kr. frá P/F J & K Petersen.

Talan er um eina bryggjulongd uppá 60 metrar við 13 metra dýpi,  svarandi til 132.000,- kr. fyri meturin.

Spunsjarnið er komið, og kostaði tað 2.600.000,- kr.

Samlaða íløgan verður sostatt   6.581.363.- kr.

At allar treytir – ella fyrivarnir – sum fyrr vóru sett hesum málið, vóru tikin burtur nú endalig avgerð skuldi takast, kann ikki annað enn geva mær eina ábending um hvussu langt málið við uppisjóarvirkinum er komið.