SEV hevur havt nærum 100 milliónir krónur í halli seinastu tvey árini
Nógv bendir á, at streymprísurin fer hækka munandi á nýggjárinum.
Sosialurin sigur seg vita frá keldum í kommununum, sum eiga SEV, at ætlanin er at hækka el-prísin 25 oyru fyri kilowatt-tíman. Tað merkir, at prísurin fer upp um tvær krónur fyri kilowatt-tíman, tá meirvirðisgjaldið er íroknað. Hækkingin er meiri enn 18 prosent.
Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, vil hvørki vátta ella avsanna tíðindini, men vísir á, at málið kemur til viðgerðar á aðalfundi í næstum.
Áðrenn SEV sleppur at hækka prísin, skal Elveitingareftirlitið geva loyvi til tess. Samskifti er í løtuni millum SEV og Elveitingareftirlitið um fíggjarætlanina hjá SEV.
Raksturin hjá SEV hevur havt stórt hall seinastu tvey árini. Í fjør var hallið 57 milliónir krónur, og í ár verður hallið meiri enn 40 milliónir krónur.
Hákun Djurhuus sigur við Sosialin, at SEV hevur stór lán, og lánveitararnir krevja, at javnvág fæst í raksturin.