Nýggir skúlar koma afturat sum hundalond uttan um okkum, men hvat gera vit í Fuglafirði? Niðanfyri er grein um nýggjan skúla sum byggjast skal við Norðskála-Oyra skúlan.
Tað sær út fyri mær, sum at onnur fylgja við tíðini, meðan vit í Fuglafirði grava okkum niður og lata framtíðina fara yvir okkum. Eg skilji ikki, at foreldur í Fuglafirði góðtaka at hildið verður fram við at pjøssa um skúlabygning sum í verðuleikanum er eitt útasað lasafar, og sera óhóskandi til nútíðar undirvísing. (Leggi tykkum í geyma, at í dag eru stólar og borð leys av hvørjum øðrum, og ljóðdoyving millum stovur og hæddir er á sera sera lágum støði.)
Játtan uppá 7 milliónir kr. til eitt kaiøkið sum í verðuleikanum hongur í leysum lofti, er eingin trupuleiki, men at røkja okkara verðuliga tilfeingi kemur ikki uppá tal.
Gott er við sterkum vinnulívi, men táið okkara sterka vinnulív ikki megnar at geva børnunum sømuligar umstøður, men peningur bert røkkur til kaikantar og parkeringspláss, tá er tíð uppá at fólkið vaknar.
Her niðanfyri kunnu tit lesa tekstin um nýbygning við Oyrabakka.
Kelda: Sunda kommuna
Farið verður nú undir at víðka um Norðskála-Oyrar skúla við einum bygningi í bakkanum niðanfyri verandi skúla. Talan verður um seks skúlastovur, ið skulu standa klárar at taka í nýtslu, tá næsta skúlaár byrjar komandi summar. Hetta var einmælt samtykt á býráðsfundi 28. november.
Spakin verður settur í áðrenn jól, soleiðis at sjálv byggingin kann fara í gongd tíðliga í komandi ári.
Á skúlanum ganga í løtuni 82 børn, og har eru 12 fólk í starvi. Barnatalið er vaksandi, og tískil er neyðugt við fleiri og størri undirvísingarhølum fyri at nøkta tørvin hjá skúlanum. Somuleiðis verður hugsað um virksemið á Oyrarbakka hjá tónlistarskúlanum Norðljómi, sum eisini hevur havt trongar umstøður. Við økta talinum á undirvísingarhølum verður rúmsáttari hjá Norðljómi at skipa sína frálæru saman við fólkaskúlanum.
Tað er teknistovan A3, ið hevur teknað uppskotið til nýggja bygningin. Kostnaðurin er mettur til umleið 5 mió. kr.