ÍF heimasíðan (www.if.fo) veit nú at siga, at Jákup Mikkelsen eisini í 2012 verður málverji hjá fuglfirðingum. Tað fegnast teir í ÍF um, og tað fegnast nýggi venjarin, Flemming Christensen, um. Tá ið hann hevði skrivað undir sáttmálan við ÍF segði hann seg vóna, at Jákup Mikkelsen fór at halda fram sum málverji í Fuglafirði
Síðsta fríggjadag segði Jákup Mikkelsen við Sosialin, at hann í alt heyst hevur ivast í, um hann skuldi halda fram at spæla. Orsøkin var tann, at hann alt síðsta kappingarár var illa plágaður av vøddaskaða, sum bar við sær, at Jákup ikki var við í øllum dystunum hjá ÍF, og at hann var noyddur at geva avboð til landsdystir.
Nú sigur Jákup seg vera væl betri fyri, enn hann var fyri einum ári síðani, og tí hevur hann gjørt av at spæla eitt ár aftrat.
ÍF heimasíðan veit at siga, at fleiri sáttmálar verða kunngjørdir næstu dagarnar.
Síðsta fríggjadag segði Ólavur Larsen, formaður í ÍF, við Sosialin, at tað er nógv, sum bendir á, at Bogi Løkin og Karl Løkin eisini í 2012 fara at spæla við ÍF.
Kelda: www.portal.fo