Nýggja kajin farin

Nýggja kajin sum Fuglafjarðar kommuna er við at gera til eitt møguligt uppisjóarvirkið, hevur í illveðrinum í nátt skrætt seg leyst og er koppað í havið.

J & K Petersen stendur fyri arbeiðinum, og komið var væl áleiðis at sláa spunsjørnini niður.

Hetta kemur at darva arbeiðinum rættuliga nógv, men enn kann ikki við vissu metast um hvussu umfatandi skaðin er.

 

Fyrsta myndin vísir hvussu langt var komið til jóla. Hinar báðar eru tiknar í storminum í dag