Ja,í hesum døgum eru 10 ár síðani síðan fuglafjordur.com sá dagsins ljós.
At skriva á alnótini fyri 10 árum síðani, var ikki fyri ein og hvønn, tað varð tí tá, eitt nýbrot, at fáa lokal digital tíðindi heimanífrá við myndum, men í dag er hetta ein sjálfylgja.
Frá fleiri afturmeldingum so hava brúkarar verið nøgdir við síðuna, men um áhugin framveis er tann sami, eru vit ikki greiðir yvir. Ein nøgdsemiskanning kundi hóskandi verið, at tey sum fammvegis ynskja henda portal aktivan kundu sent okkum boð um tað.
Eitt OK umvegis telduskipanina hevði verið nøktandi og sera fløvandi
Teldupostur: [email protected]
Vit vilja, sum áður bera fram sera lokal tíðindi úr Fuglafirði, eisini tíðindi og myndir sum annars ikki verða borðin út í øðrum almennum fjølmiðlum.
Um brúk frammvegis er fyri hesum miðli, eru vit ikki greiðir yvir, men vit hava avgjørt at halda áfram eina tíð enn.
Nú kann brúkarin geva aftursvar.
Skulu vit halda áfram ella:
Um vit einki aftursvar fáa so snara vit lykilin um.