Í døgunum 19. til 23. mars sýnir Tónleika- og Dramabreytin í 10. flokki í Fuglafjarðar skúla og skúlanum á Ziskatrøð fram sangleikin “Eitt veruligt ævintýr”. Hesin ungdómsleikurin er fyri øll – bæði stór og smá.
”Eitt veruligt ævintýr” er ein stuttligur og spennandi sangleikur, ið fer fram í tveimum heimum – einum ævintýrheimi og so eisini í einum veruligum, vanligum skúla. Vit hitta allar teir kendu ævintýr’figurarnar’, t.d. Snjóhvítu, Øskufíu og stjúksystrarnar, Tornarósu, Prinsin á hvíta hestinum, Hans og Gretu, Klokkublómu, Reyðhettu, Gandaspegilin, Veiðimannin og fleiri onnur. Tá Gandaspegilin av óvart kemur at nevna, at hann kann senda ævintýrfólk inn í ’veruleikan’ fyri óndu stjúksystrunum hjá Øskufíu verður alt ein ruðuleiki. Systrarnar fara ígjøgnum spegilin inn í veruleikan – beint inn í ein vanligan skúla. Tær koma skjótt í hóslag við Grímhild, Óðin og teirra harkalið, og so hendir mangt og hvat.
Sangleikurin hevur alt tað, ið ein slíkur leikur eigur at hava: góðan tónleik, sang, sjónleik og dans, og eru tað eru næmingarnir sjálvir, ið spæla bæði tónleik og sjónleik.
Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava sangleikin undir hond. Leikurin er leystliga týddur úr enskum, Bárður hevur gjørt orð og løg til sangirnar og lagt allan tónleikin til rættis, og Marjun hevur tikið sær av sjónleikinum.
Sýningarnar verða 19. til 23. mars í Mentanarhúsinum. Talan verður bæði um skúlasýningar og almennar sýningar. Skúlasýningarnar eru mánadagin til fríggjadagin kl 9.30 og kl 12:00. Leikurin er umleið 2 tímar. Kostnaður fyri skúlasýningarnar er 50 kr. Almenna sýningin kostar 100 kr.
Atgongumerki til skúlasýningarnar kunnu bíleggjast á [email protected] og á tlf 238063 (Fuglafjarðar skúli).