Hesa vikuna hava 8. og 9. flokkarnir í Fuglafjarðar skúla verið til skrivliga roynd, men royndin er nógv broytt
Talan er um sonevndu páskaroyndina, sum vanliga er um hesa tíðina á hvørjum ári.
Men talan er kortini um rættiliga annarleiðis roynd enn tær, vit hava verið von við. Allir næmingarnir hava teldu við og sita hugagóð og trýsta á knappaborðið. Eingin blýantur ella pennur er at síggja, og orðabøkur og vegleiðingar um longd, uppseting og skriving annars eru at finna í telduni.Sjálvt úrslitið verður eisini handfarið annarleiðis, tí hetta verður latið inn talgilt. Stílar verða lagdir inn á eina teldu, og lærarin fær teir um teldupost til rættingar. Um hann so skrivar út ella ikki, má hann sjálvur gera av.

Myndin er tikin mikudagin, meðan næmingar skriva enskan stíl.