Søkt verður eftir leiðara til Mentanarhúsið

 

Søkt verður eftir leiðara til Mentanarhúsið í Fuglafirði at seta 1. mai 2012 ella skjótast eftir hetta.

 

Førleikakrøv:

Vit meta tað sum ein fyrimun, um umsøkjarin:

 

  • Hevur útbúgving og/ella royndir innan mentunarøkið
  • Hevur fyrisitingarligar royndir, herundir leiðsluroyndir
  • Hevur góðan skrivligan og munnligan førleika til serliga føroyskt, men eisini fremmant mál
  • Dugir væl at samskifta.
  • Hevur telduførleika á brúkarastøði
  • Er jalig/-ur, opin og fyrikomandi
  • Sær møguleikar fram um vansar.
  • Hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir
  • Talan verður um nýtt starv, sum leiðarin verður við til at skapa frá byrjan.

 

Arbeiðsøki:

Tú kemur í tøttum samstarvið kommununa at hava dagligu leiðsluna av Mentanarhúsinum í Fuglafirði, herundir:

 

  • At leggja til rættis øll tiltøk, sum verða í húsinum.
  • At verða leiðari hjá starvsfólkum í húsinum.
  • At verða við til at seta dám á húsið.
  • At marknaðarføra húsið innan- og uttanlendis.
  • At samskifta við hugskotsbólk.
  • At verða sjónligur í nærumhvørvinum.
  • At gera uppskot til fíggjarætlanir.

Tilvísing:

Leiðarin hevur tilvísing til kommunustjóran.

 

Løn:

Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag.

 

Starvsupplýsningar:

Nærri upplýsingar um starvið umframt undirliggjandi tilfar fáast við at venda sær til Jákup Frants Larsen á telefon 238002.

 

 

Umsókn:

Hevur starvið tín áhuga, send so skrivliga umsókn við viðkomandi prógvum og viðmælum til Fuglafjarðar kommunu, Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður.

 

Umsóknarfreist:

Umsóknin skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi 30. mars 2012 kl 15.00.

 

 

Býráðið skilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella onga at taka.

Fuglafjørður, tann 08. mars 2012

Fuglafjarðar kommuna

Mentamálanevndin