Týskvøldið verður kvøldseta í Studentaskúlanum á Kambsdali. Byrjað verður klokkan 19, og tiltakið verður í umleið tveir og ein hálvan tíma.
Á skránni er sangur og tónleikur, sum næmingar í fleiri flokkum – bæði tey sum hava tónleik sum vallærugrein og onnur – fara at framføra. Ein flokkur fer at siga frá ferð í Íslandi, ein útlendskur skiftisnæmingur, sum hetta skúlaárið er á skúlanum, fer at siga frá, og ein av næmingunum á Studentaskúlanum fer at siga frá, hvussu tað var at vera skiftisnæmingur í Ný Sælandi, har hon var í Christ Church, tá ið stórur jarðskjálvti var har.
Á skránni er eisini framsýning av myndum og øðrum, sum næmingarnir hava gjørt, og so fara næmingar at vísa royndir frá evnafrøðistímunum.
Í steðginum fer ein av flokkunum at selja kaffi og okkurt afturvið.
Tiltakið er alment og ókeypis, og lagt verður fyri klokkan 19 týskvøldið.