Orka

Í hesum døgum kann SEV hugna sær. Orkunýtslan er sera jalig fyri felagið, tí bert 15 % av orkuframleiðsluni kemur frá olju. Hetta er at frøðast yvir og er eisini kærkomið hjá SEV, men í heimshøpi kunnu vit saktans breggja okkum av tí vit nýta so nógva orku frá endurnýggjandi orkuskipanum, so sum vindur og vatn. Vit eiga at finna okkurt positivt í øllum regninum - her kunnu vit finna nakað..