Í morgin týskvøldið 27. mars kl. 19.30.spæla floytuleikarin Michala Petri og føroyski guitarleikarin Ólavur Jakobsenverður í Fuglafjarðar kirkju
Hetta er ikki fyrstu ferð, tey bæði, Michala og Ólavur, hava konsert saman. Tey framførdu eina meira ella minni improviseraða konsert heima á Sandi í fjør summar og henda fekk so mikið góð ummæli, at Konsertfelagið, valdi at skipa fyri fleiri konsertum.
Michala Petri er uttan iva hin fremsti og kendasti tónleikari á ljóðføri sínum, blokkfloytuni og hesaferð hevur hon valt guitarleikaran Ólav Jakobsen, at framføra eina blandaða skrá, við áherðslu á lættan og virtuosan tónleik.
Konsertin varir slakan tíma og ókeypis atgongd er.