Sosiala nevnd býráðsins hevur tikið avgerð um at bjóða til hugskotskapping um heiti á nýggja dagstovninum á Kambsdali, sum eftir ætlan verður tikin í nýtslu 01. september 2012.
Møgulig uppskot, ið skulu verða í afturlætnum brævbjálva, merkt “Uppskot til heiti á nýggja dagstovninum á Kambsdali”, skulu verða Fuglafjarðar býráð, att. Sosialu nevndini, Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi fríggjadagin tann 20. apríl 2012 kl. 15.00.
Fyri besta uppskotið verður latin ein virðisløn upp á kr. 5.000,00.
Sosiala nevndin tekur sjálv støðu til innkomin uppskot.
Fuglafjørður, tann 26. mars 2012
Fuglafjarðar býráð
Sosiala nevndin