Langa fríggjadag 6. apríl kl. 16.00 í Listahøllini á Skipasmiðjuni í Havn.
Leygardagin 7. apríl kl. 16.00 í kirkjuni í Fuglafirði
Liðin eru tíggju ár síðan eldhugaðir og royndir kórsangarar tóku seg saman at stovna kórið Tarira og hava tað verið tíggju ár við nógvum og ymiskum avbjóðingum, ið røkka av hægstu tindum í Tibet til roykstovuna í Kirkjubø.
Jubileumskonsertirnar hjá Tarira verða ávikavíst í Listhøllini á Skipasmiðjuni í Havn og í kirkjuni í Fuglafirði og áhoyrarir kunnu gleða seg. Eitt er, at tónleikaliga støðið er høgt, men hesa ferð eru umframt føstu kórmanningina eisini fyrrverandi kórlimir bodnir við og tessvegna verður tað eitt rættiliga stórt jubileumskór, sum fer at framføra nøkur av yndisverkunum hjá kórinum.
Hjá áhoyrarunum skuldu líkindini verið góð fyri at verða raktir av heilum herðindum av gásarholdi m.a. tá kórið framførir hugtakandi verkið Sleep hjá amerikanska samtíðartónaskaldinum Eric Whitacre ella Lamentations hjá enska renesansutónaskaldinum Thomas Tallis. Kórið hevur líka síðan byrjanina satsað uppá samtíðar- og renesansutónleik.
Eitt spildurnýtt verk er eisini á skránni, tað er verkið “Við tína vøggu”, ið Sunleif Rasmussen skrivaði til yrking hjá Karsteni Hoydal, sum fyri kortum hevði fyllt hundrað ár. Sunleif Rasmussen hevur verið kórleiðari í Tarira síðan kórið byrjaði og tað er enn sum áður hann, sum stýrir bæði yndisligum og ógvisligum tónum í áhugaverda tónleikinum, sum eru á skránni, ið fevnir um verk hjá m.ø. Unn Patursson, Paula í Sandagerði, Paula Hansen og Kára Bæk.
Søgan og framtíðin hjá Tarira** Av teimum mongu framførslunum, sum kórið hevur havt kring oyggjarnar, kunnu nevnast konsertir í Húsavíkar kirkju, Gøtu kirkju, Fuglafjarðar kirkju, Sandavágs kirkju, Christianskirkjuni í Klaksvík og mangt annað forvitnisligt, t.d. radiooperain hjá Kristiani Blak “Arnhild og Eyðstein” og oratoriið “Judas Iskariot”, sum kórið framførdi í Sjóvar kirkju. Kórið hevur luttikið á fleiri fløguútgávum, t.d. “Maimynd”, “Døgg” og “Flóðir av ljósi”.
Tarira heldur til í Havn og tað er eisini í Havnini, kórið hevur havt flestar konsertir í Müllers Pakkhús, Dómkirkjuni Vesturkirkjuni og í Norðurlandahúsinum, sum var karmur um bæði “Sing to be loved” framførsluna og “Weekdays”, sum í báðum førum fevndi um samstarv við Teitur. Síðstnevnda varð eisini framførd í DR konserthúsinum í Keypmannahavn, har kórið hevur havt fleiri konsertir, umframt aðrastaðni í norðurlondum.
Í sambandi við jubileumsárið hevur kórið ætlanir um konsertferð uttanlands, umframt at fara í holtur við nýggja fløguútgávu í næstum.