Seinni partur av kvøldskúlaframsýningini 2011/12 letur upp í Ribarhúsi, sunnudagin 15. apríl kl. 17, har høvi verður at síggja ymist handaligt arbeiði, sum næmingarnir hava gjørt í vetur. Tá ið framsýningin letur upp bjóða vit kaffi, næmingar framføra tónleik og eisini verður greitt frá um kvøldskúlaskeiðið “Skríggið hjá Kópakonuni”. Ribarhús er opið gerandisdagar frá kl. 15.00 – 17.30 og leygardagar frá kl. 11.00 – 13.00 Framsýningin er opin til og við 25. apríl, tá ið Fuglafjarðar hornorkestur hevur flaggdagshald við Mentanarhúsið.