Mánakvøldið 16. apríl kl. 19.30 skipar konsertfelagið fyri konsertum við Messada Quintet úr Ísrael. Á skránni eru klaverkvartettir og kvintettir. Kostnaður 150 kr, musikkskúlanæmingar ókeypis.
Á skránni verður eitt úrval av hesum verkum :
W.A. Mozart, klaverkvartett nr. 1 í g-moll KV 478 (fyri klaver, violin, bratsch og sello) L.v. Beethoven, Sonata nr. 5, “Várið”, opus 24 í F-dur (fyri klaver og violin) R. Schuman, klaverkvintett í Ess-dur, opus 44 (fyri klaver, 2 violinir, bratsch og sello) W.A. Mozart, hornkvintet í Ess-dur KV 407 (fyri horn, violin, 2 bratschar og sello) J. Brahms, Sonata nr. 3, opus 108 í d-moll (fyri violin og klaver) J.Brahms, Klaverkvartett í g-moll, opus 25 (fyri klaver, violin, bratsch og sello)
Julia Gurvitch, klaver, var borin í heim í Baku í USSR. Hon lærdi til klaverleikari í Gnessine Music Academy í Moskva og Academy in Kazan, og hevur spælt meira enn 300 konsertir í Russlandi, Frankaríki, Japan, Týsklandi, Rumenia, Bulgaria og aðrastaðni við kenda selloleikaranum Valentiner Feigin. Í 1990 flutti Julia Gurvirtch til Ísrael, har hon nú er akkompanjatørur í Buchmann-Mehta Academy of Music í Tel Aviv Universitetinum. Samstundis hevur hon turnerað og luttikið í kamartónleikaskeiðum og framførslum í Europa og VS við kendum tónleikarum sum Alex Shtack, Evguenia Pikovsky, Dmitry Ratusj o.o.
Yevgenia Pikovsky, violin, er ein av mest umbidnu violinleikarunum í Israel. Hon hevur vunnið Vittorio og Vercelli kappingarnar í 1993 og hevur síðani framført í VS, Ísrael, Russlandi og ymstastaðni í Evropa. Hennara debutkonsert var í 12993 við Ísraels Filharmonisku orkstur stjónað av Maestro Zubin Mehta. Hennara lestur hevur verið í musikakademiinum í Jerusalem undir Pmaya Glezarova og Haim Taub, professarar, og í Dallas, Texas, við Dr. E. Schmieder, professara. Yevgenia Pikovsky hevur stovnað Chamber Ensemble Millenium, sum hevur útgivið tvær fløgur og verið spæld regluliga í klassiska útvarpinum í Ísrael. Harumframt er hon viðstovnari til ensembuna Quatro Plus, 2003, við leiðandi solistum í Filharmonisku orkestrinum í Ísrael, og hetta kamarorkestrið hevur framført í Ísrael, VS og Europa. Yevgenia Pikovsky var konsertmeistari í Ísraelsku Symfoniorkestrinum, og 2006 – 2008 var hon konsertmeistari í Bern Symfoniorkestrinum í Sveits.
Alexander Sinelnikov, sello, hevur Phd. Prógv í sellospæli frá Rimsky Korsakov Akademiuni í St Petersburg, har hann eisini hevur undirvíst. Hann hevur starvast í St Petersburg filharmoniska orkestrinum og Filharmoniska orkestrinum í Kirov Teatrinum (í dag Marinskij teatrinum). Alexander Sinelnikov flutti til Ísrael í 1990 og hevur har spælt við kamarensemblið “Solanei ha Galil” og “Israel Camerata Orkestrið”. Hann var við til at stovna vælkendu trioina “Ir Shalem”, sum hevur turnerað í Ístrael og um allan heimin. Alexander Sinelnikov hevur eisini framført víða sum solistur.
Dmitry Ratush, bratsch, er næsti bratschsolistur í Israel Philharmonic Orchestra síðan 2004 og stovnandi limur í IPO Richter String Quartet. Hann debuteraði í Merkin Concert Hall í New York í 1991, hevur verið fyrsti bratschleikari í Symfoniorkestrinum í Bern í Sveits og er regluliga fyrsti bratschleikari í Orchestra de la Comunitat Valencia, Palau del les Artes í Spania, har Zubin Mehta er dirigentur. Í 1990 fluttu Dmitry Ratush og hansara familja úr Russlandi til Ísrael. Sama ár byrjaði hann at lesa á Rubin Academy of Music í Jerusalem við bratsch-virtuoso Michael Kugel. Hann las víðari í VS við profassarar E. Schmieder og B. Hustis. Dmitry Ratush hevur verið við til at stovna Chamber Ensemble Millenium og spælir regluliga á kamartónelikafestivalum altjóða og í Ísrael.
Michael Kramer, violin , Páll Sólstein, horn og Nikolaos Kapnas, violin, verða gestaleikarar í konsertini.