Nakrar viðmerkingar áðrenn fólkaatkvøðuna 3. mai

Eg var staddur í Skálabotni hetta kvøldið, borgarafundur um kommunusamanleggingar var har. Har vóru bæði løgmaður og 4 landsstýrisfólk komin at greiða frá. Tað var mikið hugnaligt – hølini eru bæði fjálg og góð, vertirnir vóru blíðir. Og fitt og fryntlig fólk eru hesir politikararnir og duga væl at práta. Men skuffaður var eg. Bæði av uppmøtingini – eini 200 út av uml. 10.000 í økinum, teir hava hug at leggja saman, – og ikki minst av innihaldinum av tí, ið sagt var.

Stórt sæð tað einasta, ið tosað varð um hetta kvøldið, var um skúlaøkið og um eldraøkið. Og um týdningin av, at um ella tá hesi nevndu øki verða løgd út til kommunurnar at umsita, mugu kommunurnar vera stórar.

Eg skilji ikki hetta tosið. Kommunurnar her í økinum hava bæði víst og prógvað, at tær megna sera væl at arbeiða saman um hvørji øki tað so skal vera. Og her kann verða nevnt bæði skúla- og eldraøkið.

Hvar er í grundini trupulleikin. Lat okkum taka skúlan sum dømi. Bygningarnir eru sum nú er kommunalir. Bygnaðurin er eisini partvíst kommunalur – also ein kommuna kann sjálv avgera, hvussu hon skipar skúlan, á tann hátt at skilja, at t.d 1. – 4. flokkur gongur har, 5. – 7. har, og framhaldsdeildin har o.s.fr. Tað verður vælsaktans ongantíð soleiðis, at kommunurnar sjálvar fara at kunna avgera, hvat børnini skulu læra í skúlanum? Klaksvíkar kommuna fer t. d ongantíð at siga, at danskt er ikki neyðugt, og Eysturkommuna fer heldur ikki at niðurprioritera landalæru – nei, eg rokni ikki við, at kommunurnar fáa hatta frælsi. Tað vil so siga, at sjálvandi verður ein lóg oman fyri alt, sum langt niður í smálutir sigur, hvat innihaldið í skúlanum skal vera. Og trúgvið mær, skúladeildin í Mentamálaráðnum fer ikki at minka. Heldur tvørturímóti. (Annars er hon ikki serliga stór, sum nú er.)
Hvat er so eftir? Jú lønirnar. Lønirnar eru eftir. Tær skulu nú leggjast út til kommunurnar at gjalda lærarunum. Lat okkum spæla, at ein lærari í bygdini Námsvík eitur Klávus Lærutindur. Hann fær 28.342 kr um mánaðin í løn. Higartil hevur hann fingið hendan pening útgoldnan frá landinum ígjøgnum Gjaldstovuna. Nú, eftir at kommunurnar fara at yvirtaka skúlan – sum tað so flott eitur – fara landsmyndugleikarnir at bera hesar 28.342 kr. inn á kommunuskrivstovuna í Námsvík – tí peningurin fylgir jú við yvirtøkuni – og fyri síðani at biðja tey flyta upphæddina víðari á konto hjá Klávusi Lærutindi. Hatta er tað!

Also, er tað neyðugt við so øðiliga stórum kommunueindum til tað. Ella sagt á ein annan og meira veruligan hátt. Er tað neyðugt at avtaka okkara núverandi kommunu fyri at klára hatta?

Og síðani bara eitt lítið sindur um eldraøkið. Eldraøkið í Føroyum kostar uml. 400 mió. kr.  Verða pengarnir býttir javnt út eftir fólkatalinum, ja, so hevði okkara partur í kommununi her, Fuglafirði, verið uml. 12,3 mió. kr. um árið. Skuldu vit ikki klárað at tikið okkum av okkara gomlu fyri hesa upphædd sjálvi – tá ið peningurin fylgir við yvirtøkuni? Ella um vit nú saman við grannunum meta, at vit gera hetta best í felag. Er tað nøkur orsøk at avtaka kommununa fyri hetta. Nei, eg haldi ikki.

Síðani eitt lítið vet aftur til fundin í Kelduni í Skálbotni. Einki tos var frá politikarunum um vansar. Ikki eitt orð. Sjálvandi eru nógvir vansar. Eg skal ikki siga, at møguliga kann onkur fyrimunur vera við at leggja saman í størri eindir. Men tað eru sanniliga nógvir vansar. Og ikki minni nógvur ótryggleiki. Tá hugsi eg serstakliga um okkum, sum búgva í teimum miðalstóru kommununum. Um eg kann loyva mær at taka kommununa her, Fuglafjørð sum eitt dømi. Vit hava nú í meira enn hundrað ár roynt at bygt hetta lítla samfelagið upp,  ið vit hava valt at liva í, við meira ella minni øllum tí, ið har til hoyrir. Her eru skúlar, frítíðarskúli, barnagarðar, musikkskúli, kvøldskúli, eldrasambýli, arbeiði til flestu hendur, handlar, ein rúgva av frítíðaraktiviteti – ikki minst ítróttaraktiviteti, rímiliga ríkt mentunarlív, nógv kirkju- og samkomulív – og eg kundi ivaleyst hildið á.

Nú kann kanska onkur siga sum so – sum ein eldri maður plagdi at taka til – at hevur hatta nakað við sakina at gera? Jú, eg haldi tað! Tá ið tú hevur flutt kommunustýrið (uttan endiliga at siga, at vit, ið sita í býráðnum júst nú eru nakrir heimsmeistarar) og kommunukassan av bygdini, ja tá hevur tú eftir míni hugsan flutt burtur ein stóran part av hjartanum fyri avgerðunum, ið veruliga kunnu vera tínum plássi til frama og harvið eisini tað, sum virkuliga kann stuðla uppundir í nærumhvørvinum. Hetta haldi eg er ein sera stórur vansi.

Tá ið vit so hoyra borgarstjórar fyri tær størstu kommunurnar heita á fólk um at atkvøða fyri, ja, tá haldi eg, at vit eiga at vera uppaftur meira á vakt.

At leggja Eysturoynna í eina kommunu er í mínum huga fyri Fuglafjørð tað reina galemattias.

Ná, men tit gera, sum tit halda er best. Eg ætli mær so at atkvøða nei 3. mai.

 

Eyðun á Lakjuni, býráðslimur.