Í samband við Tryggari internetdagin 2012 skrivaði Dátueftirlitið út stuttsøgukapping í vetur. Katrin Thomsen átti bestu stuttsøguna.
Dómsnevndin hevur mett um innkomnu søgurnar og kosið Katrin Thomsen í 9. c í Fuglafjarðar skúla sum vinnara. Sum vinning hevur hon fingið ein iPod nano.
Eisini fingu Kristina Fornagarð, Maria Petersen og Rannvá Petersen hvør sína bók sum virðisløn fyri sínar stuttsøgur
Katrin vann stuttsøgukappingina
