Fuglfirðingar søgdu sína greiðu meining um kommunusamanleggingina.
60% av borgarunum sum hava atkvøðurætt vóru og greiddu atkvøðu.
Hesa luttøku meti eg sjálvur sum sera góða, táið vit leggja okkum í geyma hvussu illa hetta skrumbulmál varð fyrireikað.
Nú er bert at vóna, at samanleggingarfepurin sum herja hevur seinnu árini er kølnaður niður á eitt frískari støði.
Nú er tíðin komin til at leggja samanleggingarmál á ís og takað ímóti teimum avbjóðingum sum liggja fyri framman.
565 akvøddu – Nei = 85,5%
81 atkvøddu – Ja = 12,3%
10 atkvøddu – Blankt
5 atkvøður vóru – Ógildigar
Tølini tala sítt greiða mál