Kundi næstan verið lygn.

Vit hava havt gott veður seinastu tíðina, men hetta sær út til at blíva heilt spennandi. Um Theyr hevur rætt í sínum metingum so kemur einn sonn hitabylgja innyvir okkum fríggjadagin og Leygardagin sunnanifrá. Leygardagin kemur sunnari partur av Føroyum at merkja heilt uppí 30 hitastig. Møguliga hevur „Sh-Bi-Dua‟ rætt í einum av sínum tekstum, har teir skriva at; „Eskimoerne får solstik og Sahara bliver til is, og Danmark bliver det nye ferieparadis‟.