Fríggjadagin varð ein hugnaløta heimi á sandinum, har kommunan bjóðaði grillaðar pylsur og sunnkist, eisini varð ymiskt til undirhald og røður vóru hildnar.
Tiltakið eydnaðist avbera væl og veðrið varð tað allarbesta.
Meðan tey vaksnu lurtaðu eftir røðum og tónleiki, hugnaðu børnini sær í sandrúgvuni og vassaðu í sjónum, tey verðuliga nýttu tað, í hesum avberða góða spæliplássi.