Ídag hevur Jákup Frants Larsen, býráðsskrivari sín 38 ára starvsdag hjá Fuglafjarðar kommunu. Hann varð settur í starv á skrivstovuni tann 01. juni 1974, men longu árið eftir varð hann starvsettur sum kommunuskrivari, sum 22 ára gamal. Hetta starv hevur hann sostatt røkt í 37 ár. Umframt er hann starvsbólkaformaður hjá Kommunusamskipan Føroya, og hevur verið limur í starvsbólkinum síðan KSF varð stovnað í 1999.
Býráðsskrivarin
