Í dag bleiv Koksið niðurtikið.
Koksið hevur í nógv ár ongan góðan átt, tað var nú í sera ringum standi, ja sjálvt stórviðurin varð í fleiri støðum kavrotin. Koksið hevur sjálvandi eins og allir gamlir bygningar sína søgu at fortelja. Tað er altíð lætt at finnast at, táið niður verður brotið, men í hesum føri er avgerðin røtt.
Bygningurin varð frá fyrstan tíð brúktur til at turka fisk í, gólvið varð tremmað og hitin frá koksovninum í kjallaranum turkaði fiskin. Tað var vistnokk einaferð í 60unum, at Erhard Petersen gjørdi framsíðuna av nýggjum – nýggji veggurin varð fluttur umleið ein metur inn. Her varð skrivstova og handil við hvítivørum og øðrum, eisini varð vørugoymsla og fragtumsitingin her. Í undirhæddini varð eykalutagoymslan sum knýtt varð til smiðjuna MEKA.