Nú er nýggi kaikanturin liðugt stoyptur, og tað eru bert smávegis arbeiði eftir at gera, so er klárt at byggja eitt uppisjóarvirkið á staðnum, betri umstøður til slíkt virki finnst neyvan aðrastaðni.
Tíverri hoyrist einki enn um nakra verkætlan av tílíkum slagi, men vónina eiga vit at hava, tí umstøðurnar eru framúr góðar, og eyka kapasitetur á fiskivinnuøkinum er bert til gagn fyri Føroya land, so tilfeingið kann verða brúkt so gagnligt sum til ber.