Werner Schultze úr Eysturíki kemur higar við einum hópi av tónleikarum, sum fara at hava konsert í Mentanarhúsinum mikudagin, tann 27. juni kl 20:00. Hesin hópur telur uml. 20 fólk, sum lesa tónleik við tónleikaháskúlan í Wien (University of Music and performing Arts, Vienna). Á konsertini verður serliga fólkatónleikur at hoyra. Ljóðførini, sum spælt verður á, eru: harmonika, citar, floyta, violin, klaver o.s. fr.
Werner Schultze er borin í heim í Wiener Neustadt í Eysturíki í 1952. Hann er professari í Harmoniskari tilgongd í átøkum úr ymiskari mentan, og hevur hann eisini tikið eina PHd ritgerð í heimsspeki(filosofi). Hann arbeiðir sum komponistur, granskari og hevur fingið fleiri virðislønir fyri sínar tónsetingar og sítt arbeiði.
Werner Schultze spælir sjálvur fagot, og er hann Føroyavinur burturav. Hann spældi við t. d. í kantatuni, tá ið kirkjan í Fuglafirði varð vígd 1984. Hann hevur verið her fleiri ferðir síðani í síni frítíð og sum tónleikari.