Starv sum KT umsitari til Fuglafjarðar kommunu
Søkt verður eftir KT-umsitara til Fuglafjarðar kommunu til setan 01. september 2012 ella skjótast eftir hetta.
Førleikakrøv:
Vit meta tað sum ein fyrimun, um umsøkjarin:
- Hevur útbúgving og/ella royndir innan kunningartøkni.
- Hevur fyrisitingarligar royndir.
- Hevur góðan skrivligan og munnligan førleika til serliga føroyskt, men eisini fremmant mál
- Dugir væl at samskifta.
- Er jalig/-ur, opin og fyrikomandi
- Sær møguleikar fram um vansar.
- Talan verður um nýtt starv, sum tú saman við fyrisiting kommununar verður við til at skapa frá byrjan.
Arbeiðsøki:
Tú kemur í tøttum samstarvi við fyrisiting kommununar at hava dagligu ábyrgdina av:
- At umsita og halda verandi telduútbúnað og net viðlíka.
- At taka sær av øllum telduinnkeypi hjá øllum kommunalum stovnum.
- At verða við til at útbyggja og nútímansgera verandi netskipan, og at samskipa stovnar kommununar til felags net og skipanir.
- At hava dagligt samskifti við veitarar av tele- og telduútbúnaði.
Tilvísing:
KT-umsitarin hevur tilvísing til kommunustjóran.
Løn:
Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarandi felag sum Starvsmannafelagið.
Starvsupplýsningar:
Nærri upplýsingar um starvið umframt undirliggjandi tilfar fáast við at venda sær til Jákup Frants Larsen á telefon 238002.
Umsókn:
Hevur starvið tín áhuga, send so skrivliga umsókn við viðkomandi prógvum og viðmælum til Fuglafjarðar kommunu, Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður.
Umsóknarfreist:
Umsóknin skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi 16. august 2012 kl 15.00.
Býráðið skilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella onga at taka.
Fuglafjørður, tann 20. juli 2012
Fuglafjarðar kommuna