Í morgun kl. 8.00 fóru fyrstu 25 arbeiðsfólkini hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri til arbeiðis.
Stásiliga skipið Tróndur í Gøtu lá í morgun við nýggju bryggjuna á Tvøroyri, ið er gjørd í samband við uppsjóvarvirkið, og stutt eftir varð farið undir at landa fyrstu tónsini til virkið.
At dagurin er ein stórur dagur fyri Tvøroyri, sást á øllum fløggunum, sum vóru vundin í húnar hátt á Tvøroyri í dag.
Tróndur í Gøtu landar í dag 200 tóns, og er hetta at rokna sum ein royndarkoyring av virkinum.
Bogi Jacobsen, stjóri, segði við Kringvarpið í kvøld, at alt sum heild hevði gingið væl í dag.
Kl. 20.00 í kvøld fara so tey næstu 25 fólkini til arbeiðis.
Arbeitt verður í 3 vaktum á virkinum.
Vit á Fuglafjordur.com ynskja suðuroyingum alt tað besta við hesum fyri oynna kærkomna virkið.