Ein kaffimunnur var at fáa á Ørkini í sambandi við stjóraskifti, sum verður 1. august
Hóast sólin bakaði oman og niðan, og tað tískil kundi verið nógv annað at gjørt og farið til, so vóru tað umleið tredivu fólk, sum høvdu leitað sær á Ørkina at siga verandi stjóranum, Hans Michael í Mittúni, farvæl og síðani at heilsa upp á komandi stjóran, Ingibjørn Eldivig.
Áðrenn bjóðað varð til kaffi, segði Hans Michael nøkur orð. Hann takkaði fyri seg og ta tíð, sum hann hevði verið á Ørkini. Hann takkaði øllum, sum høvdu tikið so væl ímóti honum og familjuni.
Nýggi leiðarin segði eisini nøkur orð um seg sjálvan og nevndi nakrar at teimum hugsanum, ið hann hevði um arbeiðið og framtíðina hjá føroyska hotellinum í Reykjavík.
Fólk hugnaðu sær óført við góðari køku og kaffi og prátaðu um leyst og fast, gamalt og nýtt og føroyskt og íslendskt.
Tá ið øll høvdi sitið og prátað ein løtu og høvdu fingið sín part av jarðberjatertuni, fóru fólk so smátt hvør til sítt, og enn ein hugnalig løta á Ørkini var komin at enda.