Í gjár bórust tey tíðindi á føroyska portalinum, at eitt norskt línuskip, Kamaro, var í havsneyð – 23 fjóðringar úr landi(Hvar?) ,og at norska bjargingartænastan hevði bjargað manningini, 14 í tali.
Í dag kl 14:00 bar útvarpið tey tíðindi, at nakrir av manningini høvdu fingið sær upp í nevið á onkrari bar, tá ið teir vóru komnir í land – væl í gagnist teimum – og stóðst ein ávísur standur av hesum svølgi. Hetta varð eisini borið fram í norskum tíðindum.
Tá ið hesi tíðindi bórust, mundi mangur við mær hugsa: Hví skal slíkt koma í ljósmála eftir at bjargingin var væleydnað? Tað var, eins og hetta var sleyg og slatur, sum Útvarp Føroya bar. Ofta er tað so, at sleyg og slatur fer 100 ferðir kring knøttin , áðrenn sannleikin hevur fingið klossur upp á beinini. Tað var líkari, at útvarpið kom í samband ( tað kanska teir fara) við bargingartænastuna og skiparan, ella steðgaði á eitt sindur, og lótu vit og skil ráða. Tað mundi vera beiskt hjá teimum, sum varða av at hoyra slíkt, tá lívsvandin hevur verið teimum bjargaðu á kroppinum.
Tá íð polski seglbáturin , Rzeszowiak, var í havsneyð, gekk bjargingin fyrimyndarliga fyri seg. Tíðinda-tænastan gjørdi sítt til, at vit fingu eina góða heildarmynd av hesi bjarging, sum alt Føroya fólk frøddist yvir. Rósandi orð vórður borin fram til heiðurs fyri teimum, sum útintu hetta roynisverk bæði hiðan av landi og uttanlands frá. Her kom æstetikkurin til sjóndar, sum tænti øllum, ið vardu av – stovnum, manning, skipum, bjargingarfólki, tyrlu, tíðindatænastuni, kreppuhjálparfólkum o.s. fr.
Nei, ikki var tað rætt av Útvarp Føroya at bera hesi tíðindi í dag – ein sunnudag eftir kirkjutíð. Mangur ein her á landi hugsaði um støðuna hjá teimum, sum bjargaðir vóru og teimum avarðandi, sum hava hesa hending næst við. Teimum verður ynskt alt tað besta í komandi tíðum
Frits Johannesen