Skeinkiloyvi til Mentanarhúsið

Fuglafjarðar kommuna hevur móttikið skriv frá leiðaranum fyri Mentanarhúsinum í Fuglafirði, dagfest 29. august 2012, har hann setir fram spurningar eitt nú við skonkiloyvi til húsið.

Síðan leiðarin varð settur tann 01. juni 2012 hevur viðkomandi søkt um skonkiloyvi til ávís tiltøk, sum verið hava í húsunum, hetta sambært galdandi lóggávu. Við tað at húsið ikki hevur fast skonkiloyvi, so hevur verið neyðugt at søkt Loyvisnevndina um tílíkt loyvi í hvørjum einstøkum føri, tá ið skipað verður fyri tiltøkum, sum útskeinking verður knýtt at.

Loyvið hjá Fuglafjarðar sjónleikarafelag er útgongið í februar 2012.

Tí hevði ein skipan við føstum loyvi verðið betur at umsitið, við tað at tá verður ikki neyðugt at hugsa meira um henda partin, við tað at skonkiloyvi varð permanent og innan fyri lógarinnar karmar og eftirlit.

Mentamálanevndin hevur viðgjørt málið á fundi 10. september 2012, og mælir ein meiriluti Kristina Toftegaard Larsen og Petur Abrahamsen býráðnum til, at skonkiloyvi kemur at verða í Mentanarhúsinum á matr. nr. 239u á Karvatoftum 5 í Fuglafirði.

Loyvið verður samantvinnað við matstovuloyvinum, soleiðis at skilja, at tann persónur, sum kemur at hava matstovuloyvi í húsinum eisini kemur at fáa skonkiloyvi, og kemur hesin sostatt at hava ábyrgdina fyri báðum loyvunum. Skonkiloyvi kemur sostatt ikki at verða knýtt at kommununi ella kommunalum starvsfólkum.

Eyðun á Lakjuni sigur seg ikki at kunna taka støðu til málið á fundinum í nevndini, men kemur hann at taka endaliga avgerð til spurningin á komandi býráðsfundi, tá ið hetta mál kemur til viðgerðar.

Kristina Toftegaard Larsen, forkvinna í mentamálanevndini hevur tann 27. september 2012 sent teldupost til borgarstjóran, hvar heitt verður á hann um umframt at avgreiða málið um skonkiloyvi, til eisini at viðgerða matstovuloyvi.

Hon heldur verða rættast, at komið verður til eina loysn og vil mæla býráðnum til, at skonkiloyvi og matstovuloyvi verða knýtt at hvørjum øðrum, og at mentamálanevndin saman við leiðaranum fyri Mentarnarhúsið setir saman vegleiðing/krøv fyri, hvussu matstovuna skal verða rikin, og bjóðar hesa út alment.

Málið hevur verið til viðgerðar á býráðsfundi tann 27. september 2012 og varð samtykt at taka málið av skránni. Heitt verður á mentamálanevndina um at gera arbeiðið liðugt við at gera reglur vm. fyri útbjóðing av matstovuni í Mentanarhúsinum, og so leggja málið aftur fyri býráðið til støðutakan.

Meðan málið varð viðgjørt varð Ólavur Larsen, sum møtti sum varalimur fyri Jann Toftegaard, ikki á fundi vegna ógjegni.

Vísandi til omanfyri nevndu samtykt, so hevur fyrisitingin gjørt uppskot til reglur/sáttmála fyri útleigan av matstovuni í Mentanarhúsinum, somuleiðis sum eitt møguligt skonkiloyvi sambært hesum verður knýtt til matstovuloyvi, og sum tessvegna kemur at liggja hjá møguligum leigara og ikki hjá leiðaranum fyri Mentanarhúsinum.

Hetta uppskot er sent mentamálanevndini tann 12. oktober 2012, eins og hetta eisini er sent Ólavi Larsen, leiðara fyri húsinum til ummælis.

Leiðarin hevur tann 15. oktober 2012 sent fyrisitingini/mentamálanevndini teldupost, hvar hann við grundgevingum mælir frá, at matstovan skal verða leigað út, men heldur leigar kokkar inn til ymisk tiltøk. Matstovan skal helst eisini hava opið nakrar dagar um vikuna, og hetta er hann júst í ferð við at finna loysnir á.

Víðari verður sagt, at um skonkiloyvi ikki verður í húsinum, so ríkur alt grundarlagi fyri at hava tiltøk í Mentanarhúsinum, tí 70-80% av tiltøkunum eitt slíkt hús skal verða nýtt til, krevur eitt skonkiloyvi.

Eisini kemur hann inn á viðurskiftini um skonkiloyvi til hvørt tiltak sær, har hann hevur fingið at vita frá løgregluni og Loyvisnevndini at hesi viðurskifti ganga ikki í longdini.

Mentanarhúsið er bílagt øll vikuskifti árið út (uttan komandi) har øll tiltøkini hava við matstovuna og skonkiloyvi at gera. Tey flestu krevja matstovuna og skonkingina saman, meðan okkurt tiltak krevur matstovuna uttan skonkiloyvi og okkurt krevur ikki matstovuna, men skonkiloyvi.

Leiðarin mælir mentamálanevndini til at viðmæla einum skonkiloyvi til Mentanarhúsið, somuleiðis sum heitt verður á nevndina um ikki at taka avgerð um at útleiga matstovuna, fyrr enn aðrar loysnir eru royndar.

Málið hevur verið til viðgerðar á fundi í mentamálanevndini tann 15. oktober 2012 og mælir ein meiriluti Kristina Toftegaard Larsen og Petur Abrahamsen býráðnum til at taka undir við tilmælinum frá leiðaranum fyri Mentanarhúsinum um skonkiloyvi, og við eini royndartíð fyri rakstri av matstovuni upp á ½-1 ár.

Avgerð:

Tilmæli frá meirilutanum í mentamálanevndini varð samtykt. (5 atkv. fyri og 4 atk. blankar. Blankt atkvøddu Sigurð S. Simonsen, Eyðun á Lakjuni, Elisabeth D. Eldevig og Gordon M. petersen).