Fuglafjørður – ein mentanarbýur

Nú mentanarvikan var hildin í Fuglafirði í Septembur mánaða, kom týðuliga fram hvat fólkslig mentan kann vera fyri nakað. Tað mundi undra fleiri enn meg, hvussu ómetaliga stórt tilfeingið er í vanliga fólkinum á hesum øki.

Tá vit eisini hava eitt úrvalslið av framkommnum listafólkum á ymiskum økjum, kann ikki annað enn væl  koma burturúr.  Jú, hugaligt er framhaldandi at síggja hvussu handaligt og andaligt nørist og rørist í fólkinum.

Áhugavert verður at síggja, hvat kann spyrjast burturúr Mentanarhúsinum, nú kommunan hevur yvirtikið húsið. Ætlanin er at reka tað sum ein kommunalan stovn við leiðara og neyðugum starvsfólkum.

Kommunan eigur eisini Piddasa handil/Ribarhús. Í hesum føri, eru tað áhugafelaskapir ið leiga og reka húsið, og gera tey tað á ein fyrimyndarligan hátt. Her er veruliga talan um eitt mentanarhús, í orðsins rætta týdningi.

Martin Luther King og Kaj Leo, løgmaður hava báðir sagt: ”eg havi ein dreym”.  Ein av mínum dreymum er:

“ Tá framhaldsdeildin er farin í nýggjan skúla á Kambsdali, og tá barnaskúlin í Fuglafirði er nútímansgjørdur, skal 1936 skúlin ikki longur vera partur av barnaskúlanum. Hinvegin skal 1936 skúlin fáa sína uppruna útsjónd aftur, við kvisti og tí flotta torninum mitt á mønini, soleiðis at hann kann koma til heiðurs og æru. Vónandi kann hann tá koma til nyttu og gleði, á sama hátt sum gamli skúlin á Bugnum frá 1882.

Innanhýsis verður skúlin tillagaður til fjøltáttaða mentanarliga nýtslu. Eitt nú til listarskála við føstum framsýningum av øllum teim hundratals málningum, ið samlarar í Fuglafirði hava liggjandi undir vaðingini. Eisini kundi  man gjørt verkstovur (atelier) til herbúgvandi og ferðandi listafólk, eins og tónleikahølir til ymiskar brúkarar, og so framvegis…”

Nú er so avbjóðingin hjá okkum øllum, at vit framhaldandi royna at fylla út teir góðu karmar vit hava til mentanarligt virksemi í Fuglafirði.

Leikluturin hjá komandi býráði, verður at eggja og stuðla eldsálunum og øllum hinum ið ynskja at verða virkin á mentanarøkinum.

Vit á lista B eru til reiðar og gleða okkum til hesa avbjóðing.

Sigurð S. Simonsen

borgarstjóri