Barna- og framhaldsskúli skal byggjast.
Framhaldsskúlin skal møguliga leggjast á Kambsdali í samstarvi við Eysturkommunu.
Verandi skúlar nøkta ikki nútíðarkrøv og eru ótíðarhóskandi.
Barnaskúlin er frá 1936, og framhaldsskúlin er frá 1966. Sostatt eru skúlarnir 76 og 46 ára gamlir, og tíðin er langt síðani farin frá teimum í allar mátar.
Skúlarnir skulu takast niður, og nýggir skúlar skulu byggjast.
Sigur man nakað annað, er tað bert fyri at halda skúlunum í einari dýrari og óbrúkiligari skipan, tí man hevur ongan áhuga fyri børnunum ella nýggjum skúlum.
Áhugin liggur aðrastaðni, og har vil man brúka pengarnar, men ikki til nýggjar skúlar, bert til pjøss.
At gera 1966 skúlan til Barnaskúla er at blaka pengarnar burtur.
Nýggjur Barnaskúli má byggjast.
Tað kann ikki koma uppá tal at leggja aðrar stovnar inn á skúlaøkið.
Børnini eru trongd inni á einum lítlum øki, og fer framhaldsskúlin av økinum og út á Kambsdal, so skal Barnaskúlin
verða einsamallur á økinum.
Tó kunnu vit loyva onkrum inn á økið, inn í skúlan, um tað ikki órógvar børnini og skerjur teirra møguleikar.