Tá ið vit tóku við býráðsleiðsluni í 2001, var beinavegin lagt til brots at uppfylla vallyftið um, at útvega fleiri grundstykkir og at bera so í bandi at íbúðarbygging kundi setast í gongd.
Longu á fyrsta býráðsfundi í 2001 var uppskot um keyp av Bakkageilini lagt fram. Síðan tá eru umleið 80 grundstykkir seld framvið 6 ymiskum útstykkingarvegum. Harumframt er eisini ein útstykking framd á Kambsdali.
Verri hevur gingist við íbúðarbygging. Kommunan eigur tøkt byggilendi í Fuglafirði og á Kambsdali, og hevur eggja byggifyritøkum til at fara í holt við slíka bygging, antin sum íbúðarblokkar, raðhús ella tvíhús. Seinastu 12 árini hava eisini fleiri royndir verið gjørdar av ymiskum byggiharrum, men undirtøkan frá fólki, ið vildu binda seg til at keypa, var ov lítil til at nøkur bygging kundi fara í gongd.
Man kann sostatt siga, at hóast tørvurin á alternativari íbúðarbygging, eftir øllum at døma, hevur verið ítøkiligur, hevur tíðin ikki verið búgvin til slíka bygging í teim minnu býunum í Føroyum.
Í vár metti kommunan, at tíðin nú var búgvin til at gerða eina roynd afturat. Uppskot er um at byggja 15-20 íbúðir framvið Niðaraveg, millum Kato og Breyðmolan. Kommunan eigur lendið, skitsutekningar fyriliggja og fundast hevur verið við Húsalánsgrunnin um hesi viðurskiftir.
Tankin er at hesar íbúðir skulu innrættast soleiðis at fólk við serligum avbjóðingum, eins og øll onnur, kunna búleikast her.
Nú óvissan, viðvíkjandi framtíðar leiklutunum hjá Húsalánsgrunnurin, tykist verða greiðari, verður spennandi at vita hvat kann koma burturúr hesi byggiætlan.
Vit á lista B eru til reiðar og gleða okkum til hesa avbjóðing
Sigurð S. Simonsen