Inntøkur av havnarlagi

Tað verður mangan sagt, at vit brúka alt ov nógvan pening til kajir og grót til havnar­løg í okkara kommununu.

Til tað vil eg siga, at stórt sæð alt virksemi, ið gongur fyri seg á havnarlagnum í Fuglafirði stendur á planeraðum gróti úti í sjónum. T.v.s. at grót er fingið til vega og lagt út á sjógv, fyri at virkir og havnir kunnu byggjast.

Tey 12 árini, eg havi sitið í býraðnum, hevur havnarlagið – (tá er skattur av lønum hjá øllum teimum, ið virka har og gjalda skatt í Fuglafjarðar kommunu ikki íroknaður) – í meðal pr. ár givið uml. 12 mill. kr. beinleiðis aftur í kommunukassan í form av ymiskum avgjøldum so sum havnargjaldi, brúgvargjaldi, vørugjaldi og ikki minst partafelagsskatti – og svarar hetta til eitt skattaprosent uppá uml. 6. Also hava vit í hesi 12 ár samlað fingið í beinleiðis inntøku av havnarlagnum knappar 150 mill. kr, ið m.a. eru við til at fíggja rakstur av kommununi og íløgur so sum bygging av barnagarði, skúla, eldrasambýli, keyp av Mentanarhúsi o.s.fr.

Hetta er jú greið tala, og út frá hesum sæst týðuliga, at tað so avgjørt er skilagott og alneyðugt at geva vinnuni góðar karmar at arbeiða undir. Eg fari eisini – um eg verði valdur – í komandi býráðssetu, at kempa fyri, at vinnan hevur tað gott í okkara kommunu. Hetta er sanniliga ein av stóru faktorunum til at skapa vøkstur og harvið trivnað.

Eyðun á Lakjuni, valevni á lista B