Eg havi valt at stilla upp á lista D til kommunuvalið 2012. Hví tekur man tað avgerð at stilla upp til kommunuval? Tað kann vera nógvar orsøkir til tess, men eg havi valt at stilla upp, tí eg eri ikki nøgdur við gongdina hjá Fuglafjarðar kommunu síðstu mongu árini.
Eg havi skrivað mær fýra punkt niður, sum kunnu vera við til at gera Fuglafjørð til bestu kommunu í Føroyum.
Hesi punkt eru: missión, viðri, opinleiki og differentiering
Missión
Fuglafjarðar kommuna má gera sær púra klárt, hvat hon ætlar í framtíðini. Tá ið man hevur lagt út í kortið, hvat man fer at arbeiða við, so má man haldi seg til tað og gera tað liðugt. Á hendan hátt er eingin ivi um, hvørja kós Fuglafjarðar kommuna hevur sett.
Virði
Tað størsta virðið ein kommuna hevur, er borgarin. Tað er sjálvandi gott fyri eina kommunu at hava nógv arbeiðspláss at bjóða borgarinum, men uttan borgaran er eingin kommuna. Tíðin er komin, har man lurtar eftir, hvat borgarin hevur upp á hjartað. Avgerðir skulu sjálvsagt takast í kommununi, men man eigir at lurta eftir, hvat borgarin ynskir.
Opinleiki
Opinleiki og politikkur eru tvey ting, sum kunnu vera ring at fáa at virka saman. Men eg trúgvi, at tað ber til, um fólk eru sinnaði til tess. Fyrimunir við opinleika er, at man fær nógv lættari arbeitt saman í kommununi, og man fær nógv fleiri ting fram, sum kunnu gera Fuglafjørð til ein betri bý. Eisini kann kommunan spara nógvar pengar við at arbeiða opið og erligt við tí, sum gerast skal. Og ikki minst fær man reinsað út í gitingum og speklatiónum um, hvat gongur fyri seg.
Differentiering
Tá ið eg hugsi um differentering, so hugsi eg um tvey ting: Borgarin og tað materiella. Fuglafjarðar kommuna hevur eina ávísa upphædd at arbeiða við hvørt ár, eingin ivi um tað. Her má man gera sær púra greitt, hvussu nógv man setur av árliga til útbyggjing og annað í kommununi. Síðani má man eisini gera sær greitt, hvussu nógv man brúkar til at gleða borgaran í kommununi. Hetta hevur eisini við sær, at fólk trívast og føla, at tey eru ein partur av býnum.
Man má gevast við at blaka pengar í eina verkætlan í nøkur ár og síðani gloyma fólkið, sum býr í Fuglafirði.
X við
Árant G. Berjastein